Christian Joensen settur sum avloysari fyri rektaran á Miðnámi á Kambsdali

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett Christian Joensen í avloysarastarvið sum rektara á Miðnámi á Kambsdali frá 15. november 2023 at rokna.

Christian Joensen, sum býr í Saltangará, er 51 ára gamal, útbúgvin sivilverkfrøðingur í 1999 og hevur m.a. eftirútbúgvingarskeið í námsfrøði, leiðslu og fíggjarstýring. Hann var lærari í støddfrøði á Handilsskúlanum fyri mongum árum síðan, og eftir fleiri ár hjá Føroya Tele, hevur Christian aftur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali hesi síðstu 6 árini – nú í støddfrøði og alisfrøði. Umframt vanliga undirvísing hevur Christian Joensen røkt eina røð av øðrum uppgávum í skúlanum.

Christian Joensen avloysir Honnu Jensen, rektara, ið vegna tingarbeiði hevur fingið játtað farloyvi fram til summarið 2025. Síðan Hanna Jensen, rektari, fór aftur í Tingið, hevur Óli Wolles, vararektari, røkt rektarastarvið. Christian tekur við starvinum 15. november.