Bo Jørgensen, studentaskúlalærara, til minningar
Tað vóru sorgarboð, tá vit frættu, at Bo Jørgensen, Cand. mag. í søgu, religión og fornaldarfrøði, andaðist hin 5. oktober.
Bo varð føddur í 1945, var ættaður úr Miðsælandi og vaks upp á Frederiksberg.
Í 1983 kom Bo Jørgensen saman við konu síni Margit Nielsen til Føroya at virka sum studentaskúlalærari við Gøtugjógv og á HF-skeiðnum í Klaksvík, og búsettust tey í Klaksvík, sum gjørdist teirra føroyska heimstað. Tey seinnu mongu árini búleikaðust tey undir Fossum, fram til summarið í 2014, tá tey aftan á 31 ár í Føroyum fluttu til Nykøbing Sjælland, har tey høvdu sítt danska heim.
Margit og Bo eiga ein son, Hans Jacob, sum er 44 ár, og sum eisini býr í Danmark.
Bo Jørgensen, var lærari í religión og søgu og fyrstu mongu árini eisini í fornaldarfrøði, sum fram til 1994 var kravd lærugrein í studentaskúlaskipnini. Tað vil siga, at øll ella næstan øll tey, sum hava gingið á Klaksvíkar HF-skeiði og á Studentaskúlanum við Gøtugjógv og á Kambsdali frá 1983 og til 2013 hava havt Bo til lærara. Hann var serliga vitandi maður, sum elskaði og livdi sítt starv og umboðaði sínar lærugreinir fult út í lívi og verki.
Mong minnast sum næmingar, hvussu hann lærdi okkum um teir ymsu stílarnar í grikskari fornøld við at vísa glarumyndir upp á veggin við uppvørpu, myndir av standmyndum, súlum, freskum og bygningsleivdum. Og hvussu han royndi at fáa okkum at skilja gudalæru og hugtøk við sínum heilt serstaka humor. Vit minnast eisini við takksemi, hvussu hann gjøgnumgekk longri partar av episku kvæðunum um Ilion og Odysseus og útlegði fyri okkum, og las Symposion, Medeiu o.a. við skiftandi flokkum. Mangan dýrgrip og manga læring sannar tú seinni, sum lívið og yrkið líða, og hvussu slík serstøk menniskju sum Bo Jørgensen hava havt djúpa ávirkan á teg.
Sum starvsfelagi var Bo altíð hjálpsamur. Vit, sum kendu hann, minnast í takksemi hansara ómetaliga stóru fakligu vitan og vinsemi. Spurdi tú hann um eitthvørt, tú ivaðist í – serstakliga innan søgu og mentan, so var tað altíð soleiðis, at um hann ikki fekk svarað tær beinanvegin, so fór hann at kanna málið og vendi so aftur – dagin eftir ella vikuna eftir við eini bók, eini grein ella einum ljóstaki av blaðsíðu, sum kundi lýsa málið nærri. Hann var sera ordiligur, grundigur og arbeiðssamur á allan hátt, og mong bitu eisini merki í hansara altíð vakra klassiska klædnabúna.
Bo var sjálvandi við, tá Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy flutti úr Gøtu til Kambsdals og fekk mong góð ár har eisini, samstundis sum hann øll árini eisini undirvísti á Klaksvíkar HF-skeiði. Størra partin av tíðini – fram til 2006 við at sigla ímillum Norðoyggjar og Eysturoynna við Ternuni ella Dúgvuni. Hann var eisini leiðari fyri Klaksvíkar HF-skeiði árini frá 1986 til 1995, og gjørdi mangt gott í tí verkinum eisini. Bo var ein heiðursmaður. Fryntligur og vinsælur og fakliga og alment ógvuliga stinnur.
Segði tú Bo, so segði tú eisini Margit. Tey vóru so tætt knýtt og fyrimyndaliga góð og høvdu skúlaskapin, søgu og mentanarlærugreinirnar í felag – og Hans Jacob, teirra eitt og alt. Og so vóru tey so góð við skúlarnar, sínar starvsfelagar og mest av øllum við næmingarnar. Og hesin hjartahiti saman við fakligu gleðini er tað, sum stendur sterkast í minninum hjá okkum øllum, sum untust at hava Bo til lærara og ella starvsfelaga øll hesi árini, inntil hann fór frá fyri aldur í 2013. Tey bæði, Bo og Margit, vóru gjøgnum sera mong ár ein týdningarmikil og trúfastur partur av starvshópinum á studentaskúlanum, og vit eru teimum sera takksom fyri, at tey halgaðu sítt arbeiðslív til útbúgving og almenna búgving norðalaga í Føroyum.
Bo, hevur seinastu árini verið darvaður av sjúku, og nú hendan heystardag í oktober í 2023, orkaði hann ikki meira. Jarðarferðin verður í morgin, 14.oktober kl.11 úr Undløse kirke (4340 Tølløse).
Vit vilja í takksemi og virðing minnast fróðarmannin, Bo Jørgensen og lýsa frið yvir hansara kæra minni.
Starvsfelagar
Her er Bo avmyndaður seinasta arbeiðsdag í juni 2013, tá hann fór frá fyri aldur. Nikolina Olsen, lærari á Miðnámi á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeiði, var í fyrsta HF-flokkinum, sum Bo hevði í Klaksvík frá 1983, og Høgni Olsen, elsti sonur Nikolinu var í einum av teimum flokkunum, sum Bo undirvísti fram til endan í 2013, tá Høgni tók prógv.