Nýggja næmingaráðið

Fyri einum mánaða síðani bleiv næmingaráðið á Kambsdali mannað av nýggjum. Og tá skúlin byrja aftur eftir heystfrítíðina, fer rektarin, sum siður er, at kalla inn til fyrsta næmingaráðsfundin.

Hesi fimm sita í næmingaráðnum skúlaárið 2023-24. Her eru tey avmyndað í sóskininum uttanfyri skúlan – frá vinstru, Martin Alvason Justinussen úr H21a, Hanna Jacobsen úr B21b, Emma Langgaard Nagurset úr N21y, Brynhild Dahl Jacobsen úr H21b og Ólavur Olafsson Davidsen úr B22y.

Emma hevði eitt gott val

Emma Langgard Nagurset úr Leirvík, sum fekk flestar atkvøður hesaferð, hevði als ikki væntað at fingið so nógvar atkvøður. Men hon heldur, at tað kann vera, at næmingar, sum hava ivast í, hvønn tey skuldu velja, hava peikað á hana, tí hon hevur eisini sitið í næmingaráðnum seinasta ár, og tí hon hevur ávísar royndir frá arbeiðinum. Emma hevur sett sær fyri at royna at geva kantinuni betri møguleikar at virka. Emma heldur, at døgurðaúrvalið skal vera fjølbroyttari, og at tað skal eisini vera møguligt at keypa sunnari døgurða og matvørur. Tí tann møguleikan ynskja næmingar í dag. Hetta er eitt spennandi skúlaár, tí sum kunnugt er ein stór útbygging í gongd á skúlanum.

Til seinast leggur Emma afturat, at allir næmingar á skúlanum eru vælkomnir at seta seg í samband við hana og hini í næmingaráðnum, tí – sum Emma sigur – tey umboða allar næmingar og ynskja at skúlaárið skal gerast minnisríkt fyri øll.