Minningarorð um Tórunn
Minningarorð frá floksfelagunum úr F22r
Tórunn Ellingsgaard f. 5. septembur 1995 – d. 26. desembur 2023
Tað er ógvuliga tungt og svárt at skriva hetta brotið um okkara elskaða floksfelaga og vinkonu.
Tað er ikki til at skilja, at 19. desembur skuldi verða okkara seinasti dagur saman. Tú komst, sum altíð, í skúla við einum stórum smíli og fekk øll í gott lag.
Tórunn, tú komst í flokkin í august mánaða, men so framlig, sum tú var, varðst tú beinavegin ein partur av flokkinum, og øll kendu seg væl rundan um teg. Tín látur, var ikki sum hjá øllum øðrum. Tú flenti so hart, men milt samstundis og sera smittandi.
Tú tordi altíð at siga tína meining um ávís evnir, og tað var altíð áhugavert at lurta eftir tí, sum tú hevði at siga. Viðhvørt, tá tú svaraði onkrum, sum tú slett ikki hevði skilt, so flentu øll og tú við. Tú dugdi so ómetaliga væl at fáa øll at føla seg væl og vísti, at um mann hevur eina meining, so er bara at siga hana, tí um mann ikki hevur rætt, so kom rætta svarið í kjakinum við onnur.
Djúpar samtalur vóru eisini ein stórur partur av, hvør tú vart. Tú hevði upplivað so ómetaliga nógv, bæði gott og ringt, og tú vart ikki bangin fyri at greiða frá, um onkur kom við líknandi trupuleikum.
Tær dámdi so væl at fortelja søgur um tíni systkin, og hvat tit hava upplivað saman, men tað besta tú visti, tað vóru synirnir Poul Jan og Niclas Sverri. Tann umsorganin, tú vísti teimum, var so ómetaliga stór, og tú vísti, hvussu fantastisk tú vart sum mamma. Eyguni lýstu, tá tú ferð eftir ferð vísti okkum myndir av synunum, og hvat teir gjørdu. Tá teir vóru sjúkir, komu teir viðhvørt við í skúla, so tú ikki fekk fráveru. Teir vóru so fittir og friðarligir, tá teir sótu og teknaðu og spældu við bilar. Teir vóru so væl uppaldir og aktaðu so væl.
Tú fortaldi ofta um lívið, og hvussu tú hevði stríðst við ymiskt, síðani tú vart heilt lítil. Men hvønn dag, tá tú komst í skúla, vísti tú okkum, at líka mikið, hvat vit hava upplivað, hava vit altíð eitt val Tað valið, tú tók, var at tosa um, hvussu tú hevði tað, og hvørjum kenslum tú sat við. Títt størsta ynski var at hjálpa øðrum. Um tað bara var einum, tú kundi hjálpa, so vart tú so glað, tí tú visti, at tú hevði gjørt mun. Tú ert ein so stór fyrimynd fyriokkum.
Takk fyri, at vit kundu uppliva fýra mánaðir saman við tær, elskaða Tórunn.
Hvíl í friði F22r