Fingu prógv á Akademiútbúgvingini í dag

Akademiútbúgvingin á Miðnámi á Kambsdali (AÚ) er ein útbúgving, sum er væl egnað til teirra, sum eru í einum starvi, men sum vilja førleikamenna seg til framtíðar avbjóðingar og við evnum, sum tey hava áhuga fyri, ella sum hava tørv á ella hug til at fáa fleiri faklig amboð til dagliga arbeiðið. Útbúgvingin er liðilig og eitt bland av kravdum lærugreinum og vallærugreinum.

Í dag kl.16 handaði rektarin, Christian Joensen, Lau Jensen, Sofusi Gregersen og Anju Kass akademiprógv í leiðslu, nú tey hava lokið tær fimm lærugreinirnar á breytini og hava skrivað endaliga verkætlan eins og vart hana til munnliga próvtøku. Tey hava verið í skúla eitt kvøld um vikuna í trý ár og hava lisið og gjørt uppgávur bæði hvør sær og í bólkum. Hesi trý eru øll samd um, at undirvísingin hevur givið teimum nógva nyttuliga vitan og nógv ítøkilig arbeiðsamboð í leiðsluhøpi, eins og netverkan, samstarv og felagsskapur við lestrarfelagar við líknandi størvum í ymsum vinnugeirum er ein týdningarmikil partur av læringini á AÚ á Kambsdali.

Tríggjar breytir eru á Akademiútbúgvingini: Leiðslubreytin, Búskapar- og tilfeingisbreytin og Sølu- og marknaðarførslubreytin. Vanliga eru skeið á tveimum breytum hvørt hálvár, og stutt fyri árslok ella summarfrítíðina verða nýggj skeið boðin út.

Í seinastuni hava m.a. hesar lærugreinir verið bodnar út: “Fyriskipan og starvssálarfrøði” og “Leiðsla í verki”  á Leiðslubreytini og “Ársfrásøgn og roknskapargreining” og “Búskaparstýring í verki” á Búskapar- og tilfeingisbreytini.

Nú í vár bjóðar Miðnám á Kambsdali hesar spennandi og sera hentu lærugreinir út: “Strategiska leiðslan”, sum er kravd lærugrein á leiðslubreytini og vallærugreinina “Altjóðabúskap” á Búskapar- og tilfeingisbreytini.

Les nærri um breytir, lærugreinir, tilfar, treytir o.a. her Akademiútbúgving – Miðnám á Kambsdali (kambsdalur.fo)

Um tú hevur áhuga ella vilt vita eitt sindur meira um akademiútbúgvingina ella tær ymsu lærugreinirnar, so set teg í samband við Steinunn á Geilini Sivertsen, samskipara, á sgs@kambsdalur.fo ella á telefon +298 610802, ella við Mariu Gregersen, lestrarvegleiðara, gjøgnum teldupost mgr@kambsdalur.fo ella á telefon +298 610806.

Freistin at melda til fór fyri stuttum, men tøk pláss eru, so ger skjótt av og melda til, um hetta ljóðar áhugavert og skilagott at nýta eitt sindur av tíð til hesa várhálvuna!

Hygg at stutta filminum um Akademiútbúgvingina á Miðnámi á Kambsdali her: Akademiútbúgvingin á Kambsdali