Vetrarroynd á Kambsdali

Í hesum døgum ganga næmingar á Miðnámi á Kambsdali til vetrarroynd. Endamálið er at venja førleikarnar at fara til próvtøku í ymsu lærugreinunum á antin C- B- ella A-stigi og eftir teimum próvtøkuhættunum, sum eru fyriskrivaðir í námsætlanunum fyri føroyskt miðnám.

Á miðnámi eru royndir á vetri og sumri. Tær endaligu royndirnar, sum kallast próvtøkur, verða allar hildnar um summarið – seinast í mai og og so ígjøgnum junimánaða, og tær kunnu vera munnligar og skrivligar. Hinar royndirnar, sum næmingar skulu ígjøgnum, eru venjingar til munnliga og skrivliga próvtøku og tær fara fram um veturin og í mai-/junimánaða. Vetrarroyndirnar eru skrivligar – við onkrum hendinga undantaki. Royndirnar um summarið eru bæði munnligar og skrivligar.

Skúlin leggur seg eftir, at næmingar í vetrarroyndini sleppa at venja tær skrivligu royndirnar, sum teir kunnu fara til endaliga próvtøku í sama summar. Tískil venja hugbreytanæmingar á 1.árgangi nú skrivliga roynd í støddfrøði C, tí sannlíkt skulu mong teirra enda lærugreinina støddfrøði í summar. Tískil venja næmingar á 2. árgangi á øllum breytum skrivliga roynd í enskum, tí lærugreinin endar sum kravd lærugrein í summar, um næmingarnir ikki hava valt enskt upp á A-stig. Á sama hátt venja næmingar á 3. árgangi nú skrivliga roynd í øllum sínum A-stigum, sum eru Føroyskt fyri tey øll, men síðani Støddfrøði A, Alisfrøði A, Evnafrøði A, Lívfrøði A, Enskt A, Franskt A, Danskt A, Samfelagsfrøði A, Týskt A, Tónleikur A, Spanskt A, Altjóðabúskapur A, Sølubúskapur A ella Virkisbúskapur A – alt eftir hvørjar av hesum eru teirra vallærugreinir.

Hesar fimm royndardagarnar verður tímatalvan hjá øllum flokkum, næmingum og lærarum skúlans umskipað, tí flokkar, hold og einstaklingar skiftast at sita og skriva royndaruppgávur. Hetta fer vanliga fram í størru hølum skúlans: Skúlahøllini, Matarhøllini og størru skúlastovunum. Men nú, skúlin verður um- og útbygdur, verða vetrarroyndirnar hildnar uppi í Ítróttarhøllini á Kambsdali, eins og gjørt varð fyrr í tíðini.

Tað er ymiskt, hvussu næmingum dámar at ganga til roynd. Summi eru spent at kanna, hvat tey duga av tí, sum lært er í lærugreinunum higartil, hvussu nógv tey náa ta avmarkaðu tíðina, sum er sett av til uppgávurnar sambært lóg og kunngerð. Onnur hava tað altíð trupult við royndar – og próvtøkuvirksemi. Tey verða mint á strongdar løtur við próvtøkuótta, gomul minni um skúlaupplivingar, sum eydnaðust minni væl, um tað at sita bundin við eitt borð í stórum sali og kenna seg heldur ótrygg í ókendum umstøðum.

Men júst tí er gott at kunna venja umstøður og próvtøkuhættir og harvið fyrireika seg til tað, sum skal fara fram til próvtøkurnar í summar, bæði fakliga og mentalt.

Meðan næmingar sita og skriva og loysa uppgávur, so hava lærarar leiklutin sum vaktir og skulu ganga til handa og tryggja, at allir næmingar fáa arbeitt væl, sleppa at reisa seg og fara út um hølið til steðgir, og fáa hjálp, um okkurt leikar á við tøkni ella tilfari. Sum heild er endamálið, at royndin skal eydnast væl og næmingar fáa eina góða uppliving av henni og kenna seg væl fyrireikaðar til próvtøkurnar í summar.

Vit ynskja øllum eina góða vetrarroynd!