Nógv lív á Kambsdali 

Sum mong vita, so var skúlin á Kambsdali úti fyri tí vanlukku, at eldur kom í í einum hjallararúmi tíðliga í vár, og hetta hevur merkt gerandidagin á Kambsdali í vár. Nakrar dagar var eingin undirvísing, onkrar dagar varð undirvíst á Teams, og tá ið so undirvísingin kom í gongd aftur, luktaði ein nokkso stórur partur av skúlanum av sterkum brendaroyki. Hetta er nú batnað munandi  

Nógv góð fólk hava hjálpt til, so at skúladagarnir – hóast brandvanlukkuna – skuldu ganga so væl sum gjørligt, og summar skúlastovur eru nú vaskaðar bæði eina og tvær og tríggjar ferðir. Og frøin varð stór, tá ið køkurin kundi lata uppaftur. 

Sera nógv áhugaverd tiltøk hava sett dám á várið 

Seinastu vikurnar hava eisini nógv áhugaverd tiltøk verið á skúlanum. Lærarar hava tikið ímóti 9. árs-flokkum í økinum, sum komu á dalin at uppliva ein skúladag á Miðnámi; kunnað hevur verið um áhugaverdar vallærugreinir, sum eldru næmingarnir kunna velja komandi ár; listaframsýning er latin upp – og Beinta Gaard, lærari og listakvinna, helt røðu til ferniseringina; nakrir næmingar, sum fara á námsferð komandi vikuna, møttust eisini til film, fyrireikingar og pizzakvøld áðrenn spennandi ferðina; Dánjal Viðoy, rithøvundur og fyrrverandi næmingur, hevur verið á skúlanum og hildið skriviskeiði í sambandi við, at nakrir lærarar skipa fyri stuttsøgukapping í næstum – og so bleiv várkvøldseta hildin, har kórsangur, stuttsøguupplestur, innovatiónsframløgur og nógvur góður tónleikur var á skránni. Hanna Vang, sum er fyrrverandi næmingur á Kambsdali, greiddi eisini frá yrkisleið síni. Hanna er í dag Løgtingsins Umboðsmaður. 

Uppgávuskriving og námsferðir 

Ja, lív er veruliga í á Kambsdali, nú farið er um Grækarismessu. Í februar var seinasti árgangur heima í tvær vikur og skrivaði sína stóru uppgávu – breytaverkætlanin; og komandi dagarnar fer annar árgangur á námsferð – og hesaferð gongur leiðin hjá flokkunum til Prag, Rom, Athen, London og til New York. Næmingarnir og lærarar teirra gleða seg sum vera man at uppliva, hvat ið hesir býir og lond hava at bjóða. Og tá ið námsferðirnar eru av, verður farið í páskafrí.