Klaksvíkar HF skeið – tann góða íløgan

,

Mánakvøldið 11. mars verður opið hús á HF-skeiðnum í Klaksvík. HF-skeiðið húsast í sama bygningi sum Tekniski skúli – við rundkoyringina til Norðoyatunnilin.

Á Klaksvíkar HF-skeiði ber til at taka prógv á fyrireikingarbreyt, sum tað nú eitur, fyrr kallað HF. Flestu næmingarnir ganga á HF-skeiðnum í tvey ár og fara so víðari við prógvi, men tað kemur eisini fyri, og tað ber væl til, at leggja eitt ella tvey ár aftrat, um næmingurin heldur, at hann í fyrstu atløgu ikki er førur fyri at taka allar lærugreinarnar í tvey ár. Kanska tí tað er so langt síðani, at næmingurin sat á skúlabeinki, ella tí lívsumstøðurnar ikki eru til at lesa fulla tíð.

Sigrun Skálagarð er deildarleiðari og undirvísir í støddfrøði og alisfrøði. Nikolina Olsen, sum er lestrarvegleiðari, undirvísir eisini í enskum og donskum. Tær eru báðar fyrrverandi næmingar á Klaksvíkar HF-skeiði og eru hollar í ráðum hjá øllum, sum umhugsa at fáa eina miðnámsútbúgving.

Føroyska fyrireikingarprogvið gevur framvegis góða atgongd til víðari lestur, – eisini á lærdum háskúlum, hóast danskt HF-prógv ikki longur gevur somu atgongd til lærdu háskúlarnar. Føroyska fyrireikingarprógvið hevur tríggjar lærugreinir á A-stigi. Tær eru føroyskt, danskt og søga, og tí er føroyska prógvið framvegis lykil til lestur á lærdum háskúla. Tað ber altso til at taka HF-prógv í tvey ár og so at fara undir víðari lestur.

Klaksvíkar HF-skeið hevur eina spennandi og týdningarmikla søgu. Fyrstu HF næmingarnir tóku prógv í Klaksvík í 1976. Tá ið næmingarnir vera lidnir við próvtøkuna í summar, vera tað fleiri enn 860, sum hava lokið prógv á Klaksvíkar HF-skeiði.

Hjá mongum, sum høvdu mist mótið um eina útbúgvingarleið, eru vónin og treystið kveikt av nýggjum á hesum góða skúla, har nógvu dugnaligu lærararnir undir leiðslu Sigrunar, leggja nógv fyri, so úrslit og trivnaður verða góð. Og hetta sæst aftur nógvastaðni í okkara samfelagi sum lærarar og námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og sosialráðgevarar, heilsuhjálparar og heilsurøktarar, tey sum arbeiða í peningarstovnum, í handilsvinnuni og so víðari. Men almennu førleikarnir, sum eru partur av útbúgvingini, kunnu eisini nýtast beinleiðis á arbeiðsmarknaðinum eftir lokið prógv.

Hinvegin síggja vit oftari og oftari næmingar, sum frammanundan hava lokið prógv sum handverkarar, og sum síðani hava tikið HF-prógv fyri at vera betri fyri at fara undir útbúgving sum byggifrøðingur og líknandi. Og so síggja vit eisini fleiri, sum fara beinleiðis frá HF-skeiðnum og undir lestur á Fróðskaparsetrinum, eitt nú at lesa løgfrøði, sosialvísindi og umsiting.

Bygnaðarliga hoyrir skúlin saman við Miðnámi á Kambsdali. Lærararnir undirvísa bæði í Klaksvík og á Kambsdali, og teir hava nógvar royndir í at hitta nýggjar næmingar, har teir eru á útbúgvingarleiðini. Á mangan hátt er tað ein fyrimunur, at talan er um ein lítlan skúla. Fyrrverandi næmingar geva skúlanum tað skoðsmál, at gott samband er millum lærararnar og einstøku næmingarnar, og trivnaðurin er góður. Flestu næmingarnir eru úr Klaksvík og Norðoyggjum, men tað eru mest sum á hvørjum ári næmingar úr eysturbygdunum í Eysturoy og eisini Sundalagnum. Hetta eru næmingar, sum halda, at tætta sambandið, sum er á staðnum, ber tryggleika við sær. Og so hava vit nógvar royndir við nýføroyingum. Tey, ið ikki eru uppvaksin her, men sum arbeiða við at útbúgva seg, so tey lættari kunnu verða partur av okkara samfelagi. Tá ið tey hava lokið fólkaskúlaprógv, er okkara tilboð ein góður møguleiki sum næsta stig á leiðini hjá teimum.

Mánakvøldið 11. mars bjóðar Klaksvíkar HF skeið áhugaðum at støkka inn á gólvið at tosa um útbúgvingina og um, hvørjir møguleikar eru at samanseta lesturin hjá tí einstaka. Opið hús verður millum klokkan 19 og 21, og vit hjálpa fegin við umsóknini, svara spurningum um ivamál, vegleiða um breytina, lærugreinir og vallærugreinir, og so er eisini kaffi við onkrum góðum afturvið.

Freistin fyri at søkja inn á Klaksvíkar HF-skeið er fríggjadagin 15. mars.

Skrivað hevur Jóhann Lützen