NordUng ráðstevna í Keypmannahavn
Týsdagin 30. januar luttøku Óluva Klettskarð, Nikolina Olsen og Magni Høgensen á spennandi ráðstevnu á universitetinum í Keypmannahavn. Ráðstevnan var hildin sum liður í fyrireikingini til Projekt Nordisk perspektiv i ungdomsuddannelser (NordUng), har 24 miðnámsskúlar úr Danmark, Noregi, Svøríki og Føroyum luttaka.
Gjøgnum trý ár er ætlanin, at skúlarnir í NordUng menna undirvísingargongdir, sum kunnu stuðla lærarum í øllum í norðurlondum í ymsum lærugreinum at fáa norðurlendskt sjónarhorn við í undirvísing. Tey luttakandi fakini eru serliga innan móðurmál, søgu, samfelagsfrøði, geografi og biologi, umframt altjóða búskap, religión og tónleik.
Bertil Haarder setti ráðstevnuna, og hann hugleiddi um hvussu nógv tað norðulendska vigaði, tá hann gekk í skúla. Hann vísti eisini á týdningin av at leggja seg eftir líkleikum heldur enn munum í millum okkum øll í Norðurlondum.
Fleiri áhugaverdi fyrilestrarhaldarir vóru á skránni hendan dagin. Anna Smedberg Bondesson, professari við Högskolan í Kristianstad tosaði um framtíðar skandinaviska skúlan. Jørgen Magnus Sejersted frá universitetinum í Bergen segði frá, hvussu stórur nordistur, Ludvig Holberg var í eini tíð, tá Norðurlondini lógu í drúgvum sínámillum bardøgum. Malene Monke hevði áhugaverdan fyrilestur um sociolongvistikk og hvussu samband, fjarstøða og vald ávirka, í hvønn mun vit skilja hvønn annan í Norðurlondum.
Bæði Miðnám á Kambsdali og Glasir eru við í NordUng verkætlanini, og tað er Mærsk fondurin, ið hevur fíggjað tiltakið, sum verður fyriskipað av Keypmannahavnar Universiteti.