Avlýst vegna roykskaða! – Kunningartiltak týskvøldið 13/2 kl. 18.00

Alment kunningartiltak á Miðnámi á Kambsdali týskvøldið 13.02.2024 

Ætlar tú tær á miðnám í summar, so er tað týskvøldið, tú skal fara á Kambsdal. Tá verður høvi at fáa kunning um útbúgvingarnar og hoyra um einstøku breytirnar, um serstøk tilboð t.d. norðuraltantiska studentaflokkin, serbreytina, FSA og ÍSF-avtaluna fyri úrvals ítrótt. Eisini verður høvi at síggja og hoyra um stóru út- og umbyggingina, sum verður gjørd á skúlanum. Høvi verður at tosa við lestrarvegleiðarar og at hitta lærarar á skúlanum.  

Skrá fyri kunningarkvøldið: 

Kl. 18.00-19.00 Dyrnar og kunningarbásar lata upp 

Kl. 19.00-19.30 Felagstiltak í Auluni; framløga um útbúgvingar, tónleikur og filmur 

Kl. 19.30-20.30 Kunningarbásar hava opið