Norðuratlantisk prógvhandan í Sisimiut
Norðuratlantiski studentaflokkurin, sum byrjaði í 2021 og gekk á Kambsdali heysthálvuna 2022. Tríggir næmingar við føroyskum foreldrum eru í flokkinum. Bjarta Pauladóttir av Skála er uttast til høgru saman við William Finnsson Sandholdt úr Valby. Triðja frá høgru framman er Petina Sólheyg úr Paamiut.
Norðuratlantiski studentaflokkurin, sum byrjaði í august 2021, fekk í gjár handað prógv í ítróttarhøllini í Sisimiut. Eftir handanina gingu studentarnir oman til springvatnið í býnum, áðrenn myndatøka var við tjørnina við vakra Nasaasaaqfjallinum í baksýninum.
Ein av studentunum var Bjarta Pauladóttir av Skála. Tveir aðrir studentar við føroyskum foreldrum hava eisini gingið í flokkinum. Tey eru Petina Sólheyg úr Paamiut og William Finnsson Sandholdt úr Valby.
Hetta er triði árgangur av norðuratlantiskum studentum. Studentarnir ganga fyrsta árið á Gribskov gymnasium í Helsinge, annað árið á Miðnámi á Kambsdali og Versló í Reykjavík og triðja árið á GUX í Sisimiut.
Enn er lestrarpláss tøk til komandi 1. flokk, sum byrjar í Helsinge í august.
Ársins studentar í Sisimiut halda siðvenjuna at gera sláa ring um springvatnið mitt í býnum við líka.
Norðuratlantiskir studentar í ymisku tjóðarbúnunum í útnorði og við Nasaasaaqfjallinum aftanfyri.