Seinasta pisan í ár

Seinnapartin varð seinasta pisan á Miðnámi á Kambsdali á hesum sinni klakt.

Tað var Bjørg Árnadóttir Østerø , sum var til próvtøku í enskum á A-stigi.

Próvtøkutíðarskeiðið í skúlaárinum 23/24 er við hesum at enda komið, og vit vilja ynskja Bjørg, og øllum hinum pisunum hjartaliga til lukku við húgvuni!

Á myndini niðanfyri síggjast hugbreytar-vinkurnar, Xenia, Maria, Steintóra, Bjørg, Alexandra og Sanna.