Nýggir miðnámsnæmingar
(hetta er ein ikki-almen síða, til at goyma gamalt tilfar)

Freistin at søkja er sunndagin 15. mars.
Ring á tlf. 265810 um tú hevur spurningar í samband við umsóknina.
Vit svara í vikuskiftinum.

Nýggir næmingar 2026-2027

15. mars er umsóknarfreistin til komandi skúlaár. Miðnám á Kambsdali strembar altíð eftir at geva eina so nøktandi kunning sum møguligt, so títt val verður so rætt sum møguligt.

Vit hava m.a. opið hús 11/2-2026 frá kl. 18-20. Tá verður kunnað um útbúgvingarnar á skúlanum, og møgleiki er at tosa við lestrarvegleiðarar og møguleiki er at síggja skúlan.

Á heimasíðuni eru eisini upplýsingar um allar útbúgvingarnar, og skúlin luttekur eisini á kunningartiltøkum kring um í landsinum komandi tíðina.

Meira kunning hjá Undirvísingarstýrinum.

Søk umvegis Vangan.

Vit hava 7 ymiskar breytir, soleiðis at tú kanst velja júst ta leið, sum tú heldur hóskar tær. Hesar eru FHS-Yrkisnám, búskaparbreytin, náttúrubreytin, hugbreytin, fyrireikingarbreytin, norðuratlantiski studentaflokkurin og serbreytin. Tú kanst lesa meiri um breytirnar á teiginum um ”útbúgvingar”.
Ymsar treytir eru fyri upptøku á ymsu breytunum.

Les um upptøku á breytunum her.

Skúlin bjóðar sjey ymiskar breytir innan bæði gymnasialt miðnám og yrkismiðnám. Á Kambsdali eru breytirnar FHS-yrkisnám, búskaparbreyt, náttúrubreyt, hugbreyt og fyrireikingarbreyt. Umsóknarfreistin er vanliga 15. mars í upptøkuárinum.

Umsóknarfreistin til norðuratlantiska studentaflokkin er 1. mars. Næmingar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi søkja um upptøku við at senda eina grundgivna umsókn til post@gribskovgymnasium.dk. Les meir um útbúgvingina her.

Bussar koyra til og frá skúlanum. Sí meiri kunning inni á ssl.fo.
Næmingar kunnu søkja um útbúgvingarstuðul sambært galdandi kunngerð um útbúgvingarstuðul.

Les meira her.

> Senda skúlanum 9. flokksprógv – kambsdalur@kambsdalur.fo

> Boða frá serstøkum viðurskiftum, sum kunnu ávirka skúlagongdina

> Søkja um stuðul frá Studna – www.studni.fo

> Rinda tilfarsgjald

Tað er upp til hvønn einstakan lærara í ymsu lærugreinunum, hvørjar bøkur tit nýta, so hetta verður tú kunnaður um, tá tú ert byrjað/ur. Vanliga verða fysisku bøkurnar bílagdar frá bókhandli, og s-bøkur og kompendium verða keypt á skrivstovuni á skúlanum. Tað er umráðandi at keypa bøkur og annað beinanvegin, tú hevur fingið boðini frá læraranum um hetta.

Ert tú undir 18 ár, kanst tú søkja um bókastuðul, sum verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum. Tú kanst søkja um stuðulin frá studna.fo ígjøgnum Vangan, og um tú ert undir 18 ár, kunnu foreldur tíni søkja fyri teg. Hevur tú søkt um bókastuðul, er ikki neyðugt at søkja um lestrarstuðul, tá tú ert fylt/ur 18 ár, tí hetta hendir av sær sjálvum.

Ert tú 18 ár ella eldri, tá tú byrjar á miðnámi, so kanst tú søkja um lestrarstuðul, hetta verður eisini søkt frá studna.fo ígjøgnum Vangan. Upphæddin er tongd at ymsum viðurskiftum sum t.d. bústaði, um tú eigur børn, o.s.fr. Meir kunning um upphæddir og krøv um lestrarstuðul sæst á heimasíðuni studni.fo.

Øll lesandi, sum hava fyri neyðini at nýta Strandfaraskip Landsins (SSL), ferðast ókeypis aftur og fram í skúla. Tá tú søkti um upptøku á miðnám, kundi tú seta ein kross við, um tú ynskti tær eitt busskort. SSL sendir busskortini til skúlan, tú kanst avheinta tað á skrivstovuni fyrst í skúlaárinum. Um tú ikki hevur søkt um busskort, kann hetta gerast á heimasíðuni ssl.fo.

> Senda skúlanum 9. flokksprógv – kambsdalur@kambsdalur.fo

> Boða frá serstøkum viðurskiftum, sum kunnu ávirka skúlagongdina

> Rinda tilfarsgjald

20. februar 2026

Í dag hava næmingar úr Fuglafjarðar skúla verið og vitjað.

19. februar 2026

Í dag hava næmingar úr Skúlanum við Løkin verið og vitjað.

18. februar 2026

Í dag hava næmingar úr skúlanum á Skúlatrøð verið og vitjað.

17. februar 2026

Í dag hava næmingar úr Skúlanum við Streymin, Stranda og Tofta skúla verið og vitjað.

Dalsvegur 1
Fo-530 Fuglafjørður

+298 610800
kambsdalur@kambsdalur.fo
Eannr. 5797100000096
Vtal: 617121

Um skúlan

Lógir og reglur

Fylg okkum