Tour de Economy í stovu 1.01 hesa vikuna

Í skúlastovu 1.01 hava B20-næmingarnir á 3. ári á búskaparbreyt spælt í ein heilan dag hesa vikuna. Talan er um spennandi og áhugaverda búskaparspælið, Tour de Economy, har næmingar sleppa at royna at stýra einari fyritøku. Tey skula avstemma innkeyp og sølu í sínari fyritøku, føra ætlanir út í lívið og læra seg at lesa roknskapin hjá fyritøkuni. Á hendan hátt fáa ágrýtnu næmingarnir innlit í, hvussu raðfestingar á einum øki í fyritøkuni ávirka onnur viðuskiftir hjá fyritøkuni.

Spælið er ætlað næmingum í lærugreinini, virkisbúskapur, og gevur teimum møguleika á spennandi og praktiskan hátt at læra, hvussu man stýrir og tekur avgerðir í einari fyritøku.

Hjalti Dalheim, lærari, hevur verið saman við næmingunum hesar dagarnar, og hann letur væl at tiltakinum. Umframt at læra um raðfestingar hjá einari fyritøku, læra næmingarnir eisini at samstarva, greiðir Hjalti frá. Og tey hava heitt á fyrrverandi læraran á búskaparbreyt, Margit Fromm Petersen, um at skipa fyri døgunum. Margit hevur hollar royndir við spælinum, og dugir væl at leggja næmingunum lag á.

Næmingarnir í B20a og B20b hava kappast í smærri bólkum við hvør sínari fyritøku, og endamálið hevur verið at fáa størst yvirskot í fyirtøku sínari eftir trimum árum. Næmingarnir, sum fingu hægst yvirskot, vunnu enntá ein døgurða á Angus í Klaksvík, har ið tey kundu hátíðarhalda sigurin og halda á fram við prátinum um sølu, roknskaparyvirskot og framtíðardreymum um egið virkið.