Kvøðing og køkur trettanda dag jóla
Í dag varð kvøðið eina løtu á Miðnámi á Kambsdali, nú tað er trettandi dagur jóla. Lærarar og næmingar skiftust um at skipa og m.a. Leivs kvæði, Snæbjørn, Ólavur Riddararós og Mallebro vóru á skránni á bókasavni skúlans hesa løtu eins og í gongini í ovara skúlabygningi. Kvøðing og køkur trettanda dag jóla
Aftur í ár var Kristian Jacobsen, sum nú gongur á 3. árgangi, ein av eldsálunum at fáa dansin at ganga væl. Hann er eisini farin í holt við at læra onnur áhugað nøkur dansispøl í ávísum døgurðatímum.
Dagurin er eisini serstakur, tí á skúlanum ganga næmingar, sum halda jól 6. og 7. januar eftir ortodoksum siði, eins og skiftisnæmingar, sum eru vanir við suðurevropeisku jólasiðirnar at hátíðarhalda tíðina, tá vísu menningir komu og funnu fjósið og nýfødda barnið. Næmingar og lærarar í fronskum høvdu í hesum sambandi skipað fyri einum fronskum jólakøkuborði við Galette des Rois og Gateau des Rois, so til bar at smakka eins og lesa um siðvenjuna til Fête des Rois.