Um bátaflotan á Kambsdali
Skrivað hevur Dánjal Petur Højgaard, lívfrøði lærari
Hin 29. august komu tveir bátar inn á Miðnám á Kambsdali. Annar eitur “Økotussi” og hin eitur “Calanus”.
Pioner-jollan “Økotussi”
Økotussi varð keyptur í 1983 av Studentaskúlanum við Gøtugjógv og bleiv doyptur í grønum sodavatni, afturvið einari rámandi yrking hjá táverandi lívfrøðinæminginum Lis Gøte. Jollan er 10 fót og tekur 3 fólk. Hann sigldi nógv á Toftavatni í áttati- og níti-árunum, har náttúrugreinin brúkti hann til ymiskar lívfrøðiligar og hydrografiskar kanningar av Toftavatni. Seinni er hann eisini nýttur um sumrarnar at umvæla hólmarnar á Toftavatni. Hesum stóðu Jógvan I. Olsen og Jónsvein Mikkelsen fyri.
Um veturin bleiv “Økotussi” goymdur í fjósinum hjá Havgrími Nielsen á Sandi Mikla. Vár, summar og heyst var hann fjaldur undir Sissalsteinum við Toftavatn (havandi í huga syrgiligu druknivanlukkuna á Toftavatni, fyri nú gott fimti árum síðani). Fyri nøkrum árum síðani brendi fjósið – men lukkutíð var “Økotussi” ikki inni tá. So fekk “Økotussi” vetrarlegu í einum neysti í Rituvík.
Nu hildu vit at tíðin var búgvin at royna nýggjar kanningar- og fiskileiðir. Sostatt komu “Økotussi” og “Calanus” inn á Kambsdal í farnu viku.
Hósdagin 7. September fóru tveir LívB-flokkar longu og tungu leiðina við Økotussa niðan á Trælavatn. Hann fór í vinnu beinanvegin. Tí dagin fyri (ja, sjálvan Ítróttardagin!) høvdu lívfrøði-lærararnir verið uppi á Trælavatni og sett ymiskar fellur – og eina sílalínu.
Útgerðin varð borin niðan í leypi. Tey ungu og røsku fólkini í LívB1 og LívB2 sýndu væl og virðiliga, hvørjar knotur enn eru í føroyskum ungdómi. Tað tók undir 1 tíma at fáa bátin niðan til Trælavatn. Haraftrat bleiv væl av aðrari útgerð eisini tikin við: plankton-trol, sýnisløskur, glúpar, mátitól. Hóast veðrið ikki var av tí allar besta á túrinum, eydnaðist tó at fáa allar kanningar avgreiddar. Nógv plankton fekst, væl av insektum (skordýrum), men ongi kombikk. Á sílalínuni vóru 3 góð og vælvaksin síl. Vit kannaðu maga-innihaldið á sílunum og funnu mangt áhugavart har. Smakk-royndir blivu gjørdar av sílunum, ið strekti til báðar flokkarnar, LívB1 og LívB2.
Fimm-mannafarið “Calanus”
Calanus merkir “reyðæti”, sum er høvuðsføðin hjá makreli og sild (og sostatt ein týdningarmikil liður í uml. helmingurin av føroyska búskapinum beint nú). Klaksvíkar HF-Skeið keypti bátin nýggjan úr Kaldbak í 1983. Hann varð eins og “Økotussi” nógv nýttur í 80- og 90-árunum av fakunum lívfrøði, fiskivinnu og ítrótti. Nú Klaksvíkar HF-Skeið flutti niðan í Tekniska Skúla, stóð Tekniska Skúla í boði at umvæla og yvirtaka “Calanus”; men skúlin tók ikki av. Tí avgjørdi rektarin, Páll Isholm at flyta “Calanus” til Miðnám á Kambsdali. Høgni Holm hevur gjørt tær neyðugu umvælingarnar; nýggjar tollar, ymiskt metal-arbeiði, umvælt slitið glasfipur o.a.. So nú er báturin sigliklárur aftur. Báturin hevur støð í Søldarfirði, har Høgni Holm og Dánjal Petur Højgaard ansa bátinum og fara at taka ymisk sýnir á Skálafjørðinum til lívfrøði-undirvísingina. Men báturin er lættur at flyta, nú hann hevur fingið nýggjan og góðan vogn.
–
Skúlin ynskir at boða frá, at um so er, at aðrir lærarar ella onnur fak hava brúk fyri bátinum, kann hetta lata seg gera, við at venda sær til Høgna og Dánjal Petur.
Tað verður áhugavert at fylgja gongdini hjá “Økotussa” og “Calanus” nú teir aftur eru til taks og verða gagnnýttir í skúlahøpi.
Góða eydnu øll somul!