Í komandi viku fáa vit vitjan av fýra fyrilestrarhaldanum í samband við Vísindavøku á ferð, sum Granskingarráðið skipar fyri. Fyrilestrarnir verða allir frá 9 til umleið 9.45.

Mánadagin 18.september fer Hans Andrias Sølvará og halda fyrilestur við heitinum ”Tann føroyska lagnustundin í Kiel í 1814”. Hans Andrias hevur eina fortíð sum lærari á Kambsdali og formaður í YF, so hetta eru kendar gøtur hjá honum. Hans Andrias er ph.d í søgu og starvast sum dekanur á Søgu og samfelagsdeildini Fróðskaparsetrinum.

Týsdagin 19. september fer Kári M. Mortensen at halda fyrilestur við heitinum ”Ferð á grøna orku”. Kári hevur eisini eina drúgva fortíð sum miðnámsskúlalærari og starvast í dag sum deildarleiðari á orkuøkinum á Umhvørvisstovuni.

Mikudagin 20. september fer Tórheðin J. Jensen at halda fyr ilestur við heitinum ”Samspæl millum praktiska vitan og bókliga vitan í føroysku fiskivinnuteyggjuni”. Tórheðin starvast sum fyrisitingarligur leiðari á Varðanum og arbeiðir í løtuni við eini ph.d. verkætlan um omanfyristandandi evni.

Hósdagin 21.september fer Erika Hayfield at enda fyrilestrarrøðina í ár við fyrilestrinumn ”Útlendingar í Føroyum: At navigera í einum samfelagi við tøttum sosialum sambondum.” Erika er ph.d. og starvast sum lektari í samfelagsvísindum á Setrium.