Í løtuni eru fleiri næmingar á ferð í norðurlendskum samstarvsørindum og vinabond verða knýtt tvørtur um lond. Nakrir av okkara næmingum eru í Salo í Finnlandi, í samband við NordPlus verkætlanina. Onnur eru í Aarhus á norðurlendskum mál- og mentanarfestivali. Skúlin hevur eisini sjálvur latið dyrnar upp og 27 danskir næmingar úr Gribskov Gymnasium eru á vitjan í Føroyum.