Vetrarroyndir, matpakkar, stúran, spenningur og áhugaverdar vitjanir

Vika 4 hevur ikki bara bjóðað upp á glopraregn og illfýsið veður á Kambsdali. Hetta er vikan, tá ið ársroyndir verða hildnar á skúlanum. Endamálið er at næmingarnir fáa høvið at loysa uppgávur, so tey vita, hvat ið krevst av teimum, tá ið endaligar skrivligar próvtøkur verða við ársenda. Næmingarnir á triðja og seinasta ári hava onga vanliga undirvísing hesa vikuna men ganga til ársroyndir alla vikuna. Harafturat eru nakrir av yngru flokkunum eisini til vetrarroynd einstakar dagar í lærugreinum, sum tey skula til próvtøku í seinni í skúlaárinum.

Spentir næmingar

Vit prátaðu við nakrar næmingar, áðrenn tey fóru til roynd í virkisbúskapi, enskum og støddfrøði mikumorgunin. Tey vóru sum vera man spent, men teir flestu næmingarnir stúrdu kortini ikki undan royndini. Ein næmingur, sum skuldi til skrivliga roynd í støddfrøði, segði seg stúra eitt sindur, tí tey skula minnast til eina rúgvu, tá ið tey hava støddfrøði á A-stigi. Nakrir næmingar høvdu fleiri matpakkar við til dagin, meðan onkur næmingur vildi vera við, at hon ikki megnaði at hugsavna seg, um hon át ov nógv. Men tað gagnaði henni at hava okkurt gott við at drekka. Næmingarnir vóru á einum máli um, at tað ikki var so lætt at fyrireika seg til skrivligar royndir, men tey høvdu hugt gamlar uppgávur í gjøgnum kvøldið fyri sum venjing til dagin.

Aftaná royndina í enskum stíli mikudagin hittu vit Jákup í Lambanum úr Fuglafirði, sum gongur í B21A. Hann hevði verið uppi í enskum á B-stigi. Jákup lat væl at skrivligu royndini. Hann hevði fingið frymlar at brúka frá lærara sínum men hevði annars ikki fyrireikað seg undan royndini. Hóast næmingarnir hava í alt fimm tímar til royndina, helt Jákup, at tað var nóg mikið at brúka helvtina av tíðini. Hann var væl nøgdur við tað, sum hann hevði svarað. Jákup greiðir frá, at fyrsti partur av royndini í enskum er ein málslig uppgáva uttan hjálparmiðlar, meðan seinni partur er ein venjing í at skriva stíl. Tá hava næmingarnir loyvið at hava hjálparmiðlar hjá sær og kunna brúka orðabøkur og Sprotan. Kortini hava næmingarnir ikki loyvið at brúka alnótina, tá ið tey eru til roynd. Jákup, sum gongur á øðrum ári, nevnir, at tað til royndina hesaferð bar til at velja millum tvær ymiskar uppgávur – eina grein og eina stuttsøgu. Jákup valdi at skriva stíl um stuttsøguna. Ensktlærari hansara hevði givið næmingunum frymlar at brúka fyri at lætta um skrivingina. Jákup hevur góðar vónir. Hann sigur seg ikki tíma so væl at skriva stíl, men sambært honum liggur enskt annars rímuliga væl fyri hjá honum. Ungi fuglfirðingurin leggur afturat, at hann kanska hevði gjørt eitt sindur meira við fyrireikingina, um talan var um veruligu próvtøkuna í endanum av skúlaárinum. Um hann ger okkurt skeivt hesaferð, hevur hann høvið at læra seg tað áðrenn endaligu próvtøkuna. So vetrarroyndin er ein fínur møguleiki at venja seg við umstøðurnar.

Nógv arbeiði stendst av at fyrireika royndirnar

Á skrivstovuni hava Eleina, Dagny, Tanja og Karl seinast dagarnar havt úr at gera við at fyrireika próvtøkuuppgávurnar. Tey hava gjørt digitalar útgávur av próvtøkuspurningunum og í onkrum førum pappírsútgávur av uppgávuspurningunum til reiðar til flokkarnar. Eleina og Tanja greiða frá, at uppgáva teirra slíkar dagar er at alt verður lagt so væl til rættis sum gjørligt og at lofta teimum trupulleikum, sum kunnu stinga seg upp og loysa teir so hvørt, samstundis sum tær eisini skula røkja vanliga skrivstovuarbeiðið. Næmingarnir koma inn at spyrja um ymiskt – og eina slíka viku er spurningurin ofta, hvørjum høli tey skula vera í til royndina. Og húsavørurin, Hermund, hevur eisini havt stóru uppgávuna at seta stólar og borð upp og tryggja, at leidningar og ravmagn eru til farteldurnar hjá næmingunum. Frøin á lærarastovuni var eisini stór, tí húsavørurin hevði bakað flógvar bollar til lærararnar, sum skuldu sita vakt hesa vikuna.

Næmingar vitjaðu stovnar og fyritøkur hesa vikuna

Av tí, at nógvar broytingar hava verið í tímatalvuni hesa vikuna, hava fleiri flokkar eisini nýtt høvið at vitja í Havnini. N21Y vitjaði í hesum sambandi á Tjóðsavninum og millum annað á biogas-fyritøkuni, Förka, á Hjalla, sum Bakkafrost eigur. Har sóu næmingarnir, hvussu tøð frá neytum og deyðum laksi verða umgjørd til elorku. Hetta er eitt dømi um grøna elorku. Áhugaðu næmingarnir lærdu millum annað á vitjanini, at upp til 2% av føroysku el-framleiðsluni kemur frá neytalorti. Umframt at vitja á Listasavninum, vitjaði flokkurin eisini á Tjóðsavninum hendan dagin saman við Christiani.

Á Tjóðsavninum vitjaðu eisini næmingarnir í N21X saman við Magnusi, lærara teirra í søgu. Tey hugdu eftir aldargomlum beinagrindum, sum funnar eru undir kirkjugólvinum í gomlu kirkjuni á Sandi, hoyrdu um Kirkjubøstólarnar og fingu spennandi frágreiðing um Kirkjubømúrin. Til seinast sóu næmingarnir áhugaverdu árabátarnar, sum verða vístir fram í stóru høllini á Tjóðsavninum. Litrík víkingaklæðir í gomlum sniði lógu frammi, sum vitjandi kundu sleppa at royna, og tað ynsktu nakrir av næmingunum sjálvandi at royna. Ein væl upplagdur Tórarinn N. Á Rípuni, sum er savnslærari á Tjóðsavninum, vísti næmingunum í N21X runt hendan dagin og greiddi frá á spennandi og skemtiligan hátt. Millum annað vísti hann næmingunum eina forkunnuga mynd frá 1919 av einum smádrongi í føroyskari troyggju. Mynstrið var hakakrossurin, men í 1919 var hetta bara mett sum eitt vakurt mynstur. Soleiðis lærdu næmingarnir, at súmbol kunna fáa nýggjan týdning aftaná ræðuleikarnar, sum nazistar framdu undir 2. Veraldarbardaga. Aftaná 2. Veraldarbardaga vildi ongin sjálvsagt brúkt slík súmbol sum bindingarmynstur, greiddi savnslærarin frá.

Eisini vitjaðu H21B í Havnini saman við Jákup Bernhard og Lone. Eftir eina spennandi vitjan á Tjóðsavninum valdu tey at eta miðmála á Café Kaspar, áðrenn leiðin gekk inn í Løgtingið seinnapartin, har Løgtingstjórin, Jonhard Klettheyggj, vísti næmingahópinum runt. Og dagurin hjá H21B endaði á Listasavninum seinnapartin, har flokkurin fekk innlit í føroysku listasøguna.