Akademi próvhandan
Mikudagin 25. januar varð lítið hátíðarhald hildið, í sambandi við at fýra lesandi, Mona Langgaard, Sámal á Tjaldafløtti, Nancy Djurhuus og Rúni Petersen, vórðu liðug við Akademiútbúgvingina, sum tey hava tikið á Kambsdali.
Tey trý, Sámal, Nancy og Rúni hava tikið Akademiútbúgving á Búskapar- og tilfeingisbreytini og Mona á Leiðslubreytini.
Útbúgvingin endar við størri uppgávu og vóru hesi fýra til endaliga próvtøku fyrr í mánaðinum.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku!