Akademiútbúgvingin

Enn eru tøk pláss eftir á akademiútbúgvingini.

Hesar lærugreinar verða bodnar út:

  • Strategiska leiðslan (byrja verður 9. februar)

er fyri tey, sum vilja seta seg inn í hetta hugtak, og til tey, sum vilja vita meira um leiðslu, og hvussu strategisk mál verða sett í verk.

Lærugreinin er partur av leiðslubreytini.

  • Vinnulívsrættur (byrja verður 4. februar)

er fyri tey sum vilja seta seg inn í lógargrundarlagi fyri keyp og sølu, flutning, netsølu oa.

Lærugreinin er partur av sølu- og marknaðarførslubreytini

Heinta innskrivingarseðilin her: Innskrivingarsedil-til-AU-varid-2021-2.pdf (12 downloads)

Nærri frágreiðing um lærugreinarnar:

Strategiska leiðslan

Fá hylling á hugtakinum strategisk leiðsla, so tú gerst betri til at náa teimum málum, sum fyritøkan hevur sett sær.

Leiðarin á einari fyritøku má arbeiða við teimum strategisku málunum. Men hvussu fær hann sína yvirskipaðu vitan setta í verk, soleiðis at starvsøkið hjá honum sjálvum mennist?

Hetta er ein høvuðstáttur í lærugreinini “strategisk leiðsla”. Her verður tín leiðsluligi virkishugur styrktur, tí tú fært innlit í, hvørjar tilgongdir, kor og sjónarhorn tann strategiska leiðslan hevur.

Umframt hetta verður tú førur fyri at miðla trupulleikastøður og loysnir til tey, tú arbeiðir saman við.

Innihald

Henda lærugreinin fær teg at greina, lýsa og meta um strategisku støðuna hjá fyritøkuni, og hvønn menningartørv fyritøkan hevur. Tú fært hugskot til, hvussu tey strategisku málini kunnu gerast til veruligar menningartilgongdir, sum eru tillagaðar mentanini á arbeiðsplássinum, og sum samansjóðar og gevur úrslit.

  • Strategisk ástøði og fyrimyndir
  • Strategisk greining, menning og íverksetan
  • Menning av leiðslutilgongdum, sum setur strategiina í verk. Rætta tilgongdin fær leiðarar og starvsfelagar í sín part, soleiðis at tey eisini fáa innihald og virkishug í arbeiðnum.
  • Broytingartilgongdir og broytingarleiðsla
  • Persónlig, væl umhugsað og verulig leiðsla í samband við strategitilgongdina
  • Háttalagsástøði (metodeteori) við høvuðsdenti á háttalagstríýting (metodetriangulering), átøðisval og háttalagslæru

Vinnulívsrættur

Gevur førleikar, sum byggja á vitan og fatan av lógargrundarlagnum í vinnulívsrætti.

At fáast við altjóða handil og marknaðarførslu er mangan sum at sigla vandasjógv. Tað eru so nógvar rættarligar áskoðanir, sum eru hentar at vita og viðgera fyri at fyribyrgja trupulleikum.

Í vinnulívsrætti lærir tú ymiskt, sum er hent at vita innan lógarverkið.

Tú gerst førur fyri at vera við, tá samráðst verður um avtalur, og tú gerst førur fyri at meta um ymiskar trupulleikastøður í samband við eitt nú avtalu- og endurgjaldsrætt og harvið eisini reglurnar fyri vøruábyrgd.

Innihald:

Í vinnulívsrætti lærir tú at fyribyrgja rættarligum ósemjum, og tú fert at skilja nær tað er neyðugt at fáa sær rættarliga hjálp. Starvsrættur, nethandil og trygdir, sum í hesum føri eru veðhald, borgan og ognarviðurskifti; øll hesi viðurskifti eru partar av lærugreinini og innihaldið í lærugreinini sæst niðanfyri:

  • Rættarkeldur, skipan av dómstólunum og rættargongd
  • Aftalurættur
  • Keypsrættur, heima og altjóða
  • Nethandil 
  • Marknaðarføringar- og kappingarrættur
  • Endurgjald og trygging
  • Starvsrættur
  • Kredittrygdir: veðhald, borgan og ognarviðurskifti
  • Gjaldtrot
  • Virkishættir og hefting

Til at verða upptikin á Akademiútbúgvingini krevst:

1. viðkomandi yrkisútbúgving (t.d FHS, SIT ella lærutíð) ella
2. viðkomandi grundútbúgving fyri vaksin (t.d. tikin á VUC í DK) ella
3. miðnámsútbúgving ella
4. aðra viðkomandi útbúgving svarandi til støði nevnt í pkt. 1-3 og
5. 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir