AÚ várið 2021

Nú ber til at søkja inn á akademiútbúgvingina

Akademiútbúgvingin er kvøldskúli og er serliga ætlað teimum, sum arbeiða og samstundis vilja førleikamenna seg fakliga.  Í vár verða tvær lærugreinar bodnar út á Miðnámi á Kambsdali.

Vinnubúskapur er fyri tey, sum arbeiða innan bókhald og sølu. Í vinnubúskapi fæst ein góð fatan av øllum búskapinum í einum virki. Hvat riggar, og hvat kann gerast betri. Lærugreinin er partur av búskapar- og tilfeingisbreytini

Strategiska leiðslan er fyri tey, sum vilja seta seg inn í hetta hugtak, og til tey, sum vilja vita meira um leiðslu, og hvussu strategisk mál verða sett í verk. Lærugreinin er partur av leiðslubreytini.

Innskrivingarseðilin, avrit av prógvum og stutt lívssøga (C.V.) skal vera Miðnámi á Kambsdali í hendi í seinasta lagi hósdagin, 14. januar 2021

Meira kunning sæst her https://kambsdalur.fo/akademiutbugving