Miðnám á Kambsdali søkir eftir reingerðarfólki

Miðnám á Kambsdali søkir eftir reingerðarfólki

Ert tú tænastusinnað/ur, álítandi og íðin, so hava vit kanska rætta starvið til tín. Vit sóknast nevniliga eftir 3 reingerðarfólkum at vera partur av okkara tænastutoymi.

Talan er um tímalønt størv og arbeiðstíðin verður avtalað einsæris eftir tørvi, men roknast kann við millum 5 og 7 tímar hvønn skúladag. Møguleiki er bæði fyri at arbeiða í skúlatíð og uttanfyri skúlatíð. Eisini kunnu væntast eyka uppgávur, tá eingin skúlagongd er.

Starvið verður lønt sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknarfreistin er 16. desember 2020 kl. 15.00.

Umsóknin skal sendast til:

Miðnám á Kambsdali
Dalsvegur 1 
Kambsdalur
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til: 

ums@kambsdalur.fo

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Páll Larsen, fíggjarleiðara, á telefon 790320 ella við telduposti til pall.larsen@kambsdalur.fo