Gleðilig jol

Fríggjadagin var seinasti skúladagur fyri jól, og sum siðvenja er, so gera vit nógv burturúr hesum degi á Kambsdali. Møguligt var tó ikki at samlað øll í sama hølið sum vanligt, so tí bleiv skipað fyri í flokshølum og árgangirnir komu í trimum umførum til framførslurnar í auluni.

Byrjað var við morgunmati og allir flokkar høvdu fingið geyma við ymiskum tilfarið á. M.a. spurnarkappingum, næmingafilmum, jólaheilsan frá rektaranum og so ein serstøk gáva, sum var eitt jólavideo frá Eivør. At enda var sokallaða multilingvistiska kemiska jólaevangeliið lisið. Hetta eru næmingar, ið lesa á ymiskum málum, hesaferð 17, og evnafrøðinæmingar vísa fram samstundis. Í auluni framførdu næmingarnir í tónleiki á A-stigi saman við Miðnámskórinum. Dagurin endaði við at rektarin umvegis hátalaraskipan skúlans kunngjørdi vinnararnar av ymisku kappingunum og sang fyri Gleðilig jól, sum rungaði um allan skúlan.

Ein stak hugnaligur morgun, ið hóast øðrvísi enn stóra jólatiltakið í Ítróttarhøllini, eydnaðist sera væl.