Alt útselt eftir stuttari løtu

Týsdagin hevði Serbreytin árligu jólasøluna, og eftir lítlari løtu var alt, ið tey høvdu til sølu selt. Jólapynt, góðgæti, dekoratiónir, lappar og annað mangt var til sølu. Peningurin, sum kemur inn frá jólasøluni verður brúktur til námsferð o.a. hjá teimum 20 næmingunum á serbreytini á Kambsdali.