Hanna Jensen nýggjur rektari
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett Honnu Jensen í starvið sum rektari í Miðnám á Kambsdali. Hanna Jensen er 47 ára gomul og hevur lisið franskt á Universitetinum í Keypmannahavn og føroyskt á Fróðskaparsetrinum. Eisini er hon væl áleiðis við eini MA í vegleiðing, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið.
Hanna Jensen hevur drúgvar royndir bæði sum undirvísari og vegleiðari innan miðnámsøkið. Eisini hevur hon royndir sum franskur konsul í Føroyum. Hanna Jensen hevur verið virkin í politikki í nógv ár sum løgtingskvinna og landsstýriskvinna umframt sum býráðslimur í Eysturkommunu.
Hanna Jensen byrjar í starvinum 1. mars 2021.