Fríggjadagin blivu tvey akademiprógv handað á Kambsdali. Akademiútbúgvingin er skipað sum kvøldskúli. og taka næmingar vanliga eina lærugrein hvørja lestrarhálvu. Seinnu árini hevur verið møguligt eisini at gera skriva endaligu uppgávuna og harvið gera útbúgvingdina lidna á Kambsdali.
Í januar vóru Katrin Hansen, sum er dagligur leiðari á Heiminum við Vágna í Klaksvík, og Tonja Sonhardsdóttir, sum er leiðari fyri barnarverndartænastuna í Klaksvíkar kommunu til endaliga próvtøku og fingu harvið fult akademiprógv á leiðslulinjuni.

Dalsvegur 1
Fo-530 Fuglafjørður
+298 610800
kambsdalur@kambsdalur.fo
Eannr. 5797100000096
Vtal: 617121
Miðnámi á Kambsdali bjóðar út búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt, serbreyt og FHS á Kambsdali og Fyrireikingarbreyt í Klaksvík.