Hanna lokið námsfrøðiligu útbúgvingina
Mikudagin 10. februar 2021 fullførdi Hanna Jensen námsfrøðiligu útbúgvingina. Hanna undirvísir í fronskum og føroyskum, og hevur eisini verið lestrarvegleiðari.
Hanna hevur undirvíst á Kambsdali í mong ár, men seinasta valskeið sat hon á Løgtingi, og eitt skifti var hon eisini Landsstýriskvinna í Mentamálum. Hetta seinasta árið ella reiðiliga tað hevur Hanna so aftur starvast á Kambsdali.
Fleiri fólk hava seinastu árini lokið námsfrøðiligu útbúgvingina, og við Honnu eru vit so komin enn eitt stig nærri málinum, at allir lærarar í føstum starvi skulu hava námsfrøðiliga útbúgving.
Tað sermerkta í hesum føri er, at tað var Hanna sjálv, ið sum Mentamálaráðfrúa setti eina nýggja námsfrøðiliga útbúgving í gongd fyri miðnámsskúlaøkið. Harafturat skal Hanna skjótt taka við nýggjum avbjóðingum, tí 1. mars 2021 tekur hon við starvi sum rektari á Miðnámi á Kambsdali, har hon hevur starvast í mong ár.
Miðnám á Kambsdali ynskir Honnu hjartaliga tillukku við útbúgvingini – og starvinum.
Á myndini eru frá vinstru: Vár í Ólavsstovu, Fróðskaparsetur Føroya, uttanhýsis metari í føroyskum og leiðari fyri námsfrøðiligu útbúgvingina; Karl A. Olsen, vegleiðari hjá Honnu í føroyskum og útbúgvingarleiðari á Kambsdali; Hanna Jensen við blómutyssi, Annika A. Nielsen, lærari á Glasi, sum hevur verið vegleiðari hjá Honnu í fronskum; Katrin av Kák, Fróðskaparsetur Føroya, uttanhýsis metari í fronskum og Óli Wolles, útbúgvingarleiðari á Kambsdali, sum hevur verið námsleiðari