1. mars er freistin at søkja í norðuratlantiska studentaflokkin
Norðuratlantiski studentaflokkurin er ein slóðbrótandi verkætlan, ið er eitt samstarv millum fýra norðurlendskar miðnámsskúlar. Tú tekur eina vanliga studentaútbúgving í fýra ymiskum londum saman við næmingum úr hesum londunum. Útbúgvingin tekur trý ár og triðja lestrarhálva er á Kambsdali. Tú hevur møguleika at søkja um stuðul til ferðing og vistarhald.
Umsóknarfreistin er mánadagin 1. mars. Les meira her.