Átta filmar um Kambsdal

Í samband við kunningina um skúlan á Kambsdali og í Klaksvík, so hevur skúlin framleitt átta filmar um ymisku møguleikarnar. Í filmunum greiða lærarar frá ymisku breytunum og næmingar greiða frá, hví teir hava valt breytina og hvussu tað er at ganga á Miðnámi á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeiði. Filmarnir síggjast undir breytunum og á youtuberás skúlans, sum er á finna her.