Hanna nýggjur rektari á Kambsdali
Mánadagin 1. mars tók Hanna Jensen við rektarastarvinum í Miðnámi á Kambsdali eftir Páll Isholm
Fyrsta februar boðaði Mentamálaráðið frá, at Hanna Jensen frá fyrsta mars at rokna fór at taka við rektarastarvinum í Miðnámi á Kambsdali. Fyrst í desember segði Páll Isholm seg úr starvinum, og Hanna Jensen varð vald at vera rektari millum 11 umsøkjarar – tvær kvinnur og níggju menn.
Mánadagin fyrsta mars á middegi var samkoma í lærarastovuni. Jóannes Hansen bar heilsu fram vegna lærararnar og hugleiddi um miðnámsskúlan og stjórar.
Páll Isholm stóð á odda við at leggja skúlarnar á dalinum saman í ein stovn. Onnur enn starvsfólk og næmingar halda, at tað er eydnast væl, tí í 2018 varð Páll kosin at vera ársins almenni leiðari. Tað er í hansara rektaratíð, at skúlin hevur fingið FabLab og Serbreytina, sum var tann fyrsta í landinum. Og síðsta heyst var norðurlendskur flokkur fyrstu ferð partur av gerandisdegnum á Kambsdali. Hetta er flokkur við næmingum úr Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Eftir røðuna sang Maria á Lakjuni, næmingur, ein sang, ið Páll Isholm, fráfarandi rektari, hevur gjørt orðini til við lagi eftir Eyðun á Lakjuni, tónleikalærara. Síðani takkaði fráfarandi rektarin fyri seg og tað farna, og nýggi rektarin takkaði fyri álitið og segði nøkur orð um tað, sum liggur fyri framman.
Saman við starvsfólkunum vitjaðu fyrrverandi skúlaleiðarar á Kambsdali, ið fráfarandi og komandi rektari hava arbeitt saman við. Miðnám á Kambsdali er stovnur, sum sá dagsins ljós í 2015, tá ið Studentaskúlin og Handilsskúlin vórðu lagdir saman í nýggjan stovn. Føroya Handilsskúli setti deild á stovn í Eysturoy í 1989, og Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy varð settur á stovn í 1982.
Tríggir rektarar hava undan Hannu Jensen verið í studentaskúlanum, og handilsskúlin hevði fimm deildarstjórar.
Rektararnir eru Sámal í Skorini (1982 – 2011), Helga Foldbo (2011 – 2015), og Páll Isholm, ið tók við sum fyribilssettur rektari í studentaskúlanum í februar 2015, og sum síðani á sumri í 2015 hevur verið rektari í Miðnámi á Kambsdali. Bæði Sámal og Helga vóru við til samkomuna í sambandi við rektaraskiftið.
Deildarstjórarnir í handilsskúlanum hava verið Petur Petersen (1989 – 1997), Elsa Maria Olsen (1997 – 2002), Páll Isholm (2002 – 2011) og Hjalmar Hansen (2011 – 2015). Elsa Maria og Hjalmar vóru við til samkomuna í sambandi við rektaraskiftið.
48 ára gamla Hanna Jensen hevur síðani 2005 – burtursæð tá ið hon hevur verið upptikin í løgtingi og landsstýri – undirvíst í føroyskum og fronskum og verið lestrarvegleiðari. 48 ára gamli Páll Isholm fer nú í lærarastarv á Kambsdali og at undirvísa í føroyskum og miðlum.