Fríða fekk heiðursbræv

Á myndini eru frá vinstru: Helena Hansen, støddfrøðilærari, Christian Joensen, støddfrøðilærari, Fríða Rúnadóttir Mortensen, næmingur og Hanna Jensen, rektari.

Fríða Rúnadóttir Mortensen, sum gongur í náttúrubreyt á Miðnámi á Kambsdali, hevur fingið heiðursbræv fyri gott úrslit í Georg Mohr støddfrøðikappingini.

Tilsamans 875 næmingar úr øllum tí danska ríkinum komu víðari til 2. umfar í kappingini. Ímillum hesar vóru tveir av teimum 20, sum luttóku av Miðnámi á Kambsdali. 156 fingu heiðursbræv fyri gott úrslit, og 48 teir bestu komu víðari til 3. umfar. Annar av luttakarunum av Kambsdali, Fríða Rúnadóttir Mortensen, var ímillum teirra, sum fingu heiðursbræv.

Nýggi rektarin, Hanna Jensen, handaði Fríðu heiðursbrævið á lítlari samkomu á bókasavni skúlans í morgun, har lærari hennara í støddfrøði, Christian Joensen, eins og samskipari skúlans í Georg Mohr kappingini, Helena Hansen, luttóku.

Støddfrøðinæmingar og onnur komu at fegnast saman við Fríðu, og er hetta besta prógv um, hvussu gott og stimbrandi tað er at geva næmingum høvi at royna seg í serligum tiltøkum innan teirra áhugaøki.

Vit gleðast og ynskja Fríðu hjartaliga til lukku við góða úrslitinum og lærarum og fyriskipara góðan arbeiðshug við verkinum framhaldandi at menna kunnleika og førleikar í støddfrøði.