Kunningartiltøk á Miðnámi á Kambsdali

Týskvøldið 9. mars kl. 19.30 verður kunningartiltak um Serbreytina og mikukvøldið 10. mars kl. 19 verður kunningartiltak um hinar breytirnar, sum skúlin bjóðar: búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt og FHS.

Á kunningartiltøkunum kunnu komandi næmingar og foreldur ella avvarðandi koma inn á skúlan til framløgur og einstaklingasamrøður um teir spurningar, sum kunnu stinga seg upp, tá næmingar skulu velja m.a. breyt og vallærugreinir.

Á skránni týskvøldið er framløga um serbreytina, og høvi verður at síggja umstøðurnar og tosa við lærararnar á breytini.

Á skránni mikukvøldið er framløga um útbúgvingarnar, stuttfilmar, sum næmingar hava gjørt, og næmingar, sum hava valt tónleik, spæla og syngja nøkur løg. Lestrarvegleiðarar skúlans eru tøkir til persónliga vegleiðing, og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum.

Almennu tilmælini verða hildin og neyðugt at innskriva seg til tiltakið mikukvøldið. Innskriving fer fram her.