Kartografiskt kanning á Kambsdali

Hósdagin og fríggjadagin vóru H19a og H19b saman við lærarunum Høgna Holm og Bergman Finnson úti í náttúruni á Kambsdali og mátaðu hæddina á landslagnum. Endamálið var í praksis at royna lendismátingar sum lið í undirvísingini í kartografi. Hóast vit í dag hava fylgissveinar, ið gera slíkar uppmátingar, so skapa praktisku royndirnar eitt størri forstáilsi og fakligt innlit. Royndirnar eydnaðust stak væl og passaðu sera væl við hæddirnar vit síggja inni á kortal.fo.

Royndin

Royndin verður gjørd við nøkrum einføldum tólum. Eitt vaderpas, lasaralongdarmátitól, tummastokkur og myndatólsstativ. Tú mátar yvir eina 10 metra longd, hvussu nógv broytingin er í hæddini. Næmingar seta stativið upp og máta hædd A (sí mynd), tvs. frá lasara niður á lendið. Síðani máta tey hæddina B við tummastokki aftaná at gingnir eru 10 metrar í einari beinari linju burtur frá stativinum. Hædd B verður síðani trekt frá hædd A, og man fær so broytingina í hædd yvir 10 metrar. Hetta verður so endurtikið 10 ferðir. Úrslitini hjá næmingunum samsvaraðu væl við tað hæddini, ið lendið veruliga hevur inni á kortal.fo.  So alt í alt var hetta ein væleydnað kartografiskt ekspeditión.

Partur av kartografindirvísing

Næmingarnir hava í undirvísingini lært um nógv ymiskt, ið hevur við kort og avlesing av kortum at gera. Líka frá korti hjá Claudius Ptolemy til Lucas Debes og onnur. Tey hava sæð dømi um kort, lært at lesa kort og skilja frástøður og annað í kortlæruni. Eisini hava tey lært um perspektiv í sambandi við framleiðslu av globusum og framleiðsluna av flatukorti úr eini kúlu. Í tí sambandi hava tey m.a. klipt og klistrað ymisk sløg av globusum.

Næmingarnir hava verið stak hugagóðir saman við lærarum sínum Høgna Holm og Bergmann Finnson.