Lærarastørv á Kambsdali 2021/2022
Miðnám á Kambsdali søkir eftir undirvísarum.
Undirvísingartímar eru leysir at søkja í hesum lærugreinum – mett vikutímatal:
Donskum (11), enskum (7), fígging C (6), føroyskum (30), heimspeki C (3), innovatión C (3), ítrótti (28), leiklist C (3), lívfrøði (17), mentanarfatan C (3), samfelagsfrøði C (6), sálarfrøði C (9), støddfrøði C (15), søgu (3), sølubúskapi C (8), tónleiki C (3), vinnulívsrætti C (9) og virkisbúskapi C (14)
Talan kann vera um fast starv, avloysarastarv ella tímalærarastarv – tó treytað av játtan og virksemi. Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.
Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður at undirvísa í B og A stigi, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Tann, ið settur verður at undirvísa í C stigi, skal hava minst bachelor útbúgving á 180 ECTS í einari lærugrein frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast møguligt.
Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.
Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:
- at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
- at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
- at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna
- at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali
Harafturat verður dentur lagdur á:
- at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði teir munnligu og skrivligu
- at tú hevur góðar KT førleikar
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2021. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo.
Spurningar um størvini kunnu setast Honnu Jensen, rektara, á hje@kambsdalur.fo
Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo