Tour de oeconomi á Kambsdali
Næmingarnir í virkis- og sølubúskapi á a-stigi luttóku í farnu viku í einum virkisspælið, ið hevur til endamáls at ítøkiliggera og royna í verki fakligu hugtøkini og ástøðini frá dagligu undirvísingini.
Spælið eitur ‘Tour de oeconomi’ og fyritøkan/virkið er ein heilsøla, ið hevur til endamáls at hava so góðan rakstur sum møguligt í eitt avmarkað og avtalað tíðarskeið. Avgerðir skulu takast, ið viðvíkja bæði innanhýsis og uttanhýsis støðuni hjá fyritøkuni.
Næmingarnir bólka seg í 4-5 í hvørjum bólki – ein innkeypsleiðari, ein søluleiðari, ein fíggjarleiðari, ein starvsfólkaleiðari og sjálvandi ein forstjóri.
Bólkarnir velja navn til teirra fyritøku og leggja síðani strategi. Vørur skulu keypast inn (fyri fastan prís) og síðani seljast víðari – her avgerð bólkurin hvørja prísstrategi tey arbeiða útfrá í søluni – talan er um eina vøru á einum marknaði.
Innkeypsleiðarin hevur saman við forstjóranum ábyrgd av goymsluni. Bólkurin avgerð, hvussu nógvur peningur skal brúkast til marknaðarførslu, sum eisini kemur at ávirka søluna.
Bólkurin/fíggjarleiðarin ger rakstrarroknskap, peningastreym og fíggjarstøðu við ársenda. Ymiskir kostnaðir, tøkur peningur, áogn og lán ávirka eisini ársúrslitið, pengastreym og fíggjarstøðuna.
Hesaferð náddu vit at arbeiða í 4 ár, og kappingin varð hørð móti endanum.
Næmingarnir vóru vælnøgdir og høvdu avgjørt áhuga í at royna spælið aftur einaferð eftir páskir.