Mánadagin 12. apríl var Helena Hansen, lærari í týskum og støddfrøði, til endaliga próvtøku í verkliga partinum av námsfrøðiligu útbúgvingini. Helena hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali í nøkur ár; ástøðiliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini tók hon í 2015, og skúlaárið 2020-2021 slapp hon umsíður framat at taka verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini, sum allir lærarar í føstum starvi skulu taka.

Vegleiðarar hava verið Sigrun Skálagarð í støddfrøði og Joan Mohr í týskum – Joan tók sjálv námsfrøðiligu útbúgvingina seinasta skúlaár.

Á myndini sæst í miðjuni Helena við blómutyssi, síðani Sigrun vinstrumegin hana og Joan høgrumegin. Við síðuna av Joan er Súsanna Debes Hammer, lærari á Glasi, sum var uttanhýsismetari í týskum, og við síðuna av Sigrun er Rúna Hilduberg frá Fróðskaparsetrinum, sum var uttanhýsismetari í støddfrøði. Uttast vinstrumegin er Óli Wolles, námsleiðari á Kambsdali.