Elinborg lokið námsfrøðiligu útbúgvingina

Summarmáladag – mikudagin 14. apríl – leyk Elinborg Osvaldsdóttir verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini. Elinborg er M.A í føroyskum og hevur longu undirvíst í føroyskum á Miðnámi á Kambsdali í nøkur ár. Hetta skúlaárið slapp hon so framat at fáa hesa kravdu námsfrøðiligu eftirútbúgvingina.

Vit ynskja Elinborg hjartaliga tillukku við próvnum.

Á myndini síggjast frá vinstru Ann Ellefsen frá Glasi, sum hevur verið uttanhýsismetari í føroyskum, Óluva Klettskarð, vegleiðari, Elinborg Osvaldsdóttir í miðjuni við prógvi og blómutyssi í hond, Kristina Atnadóttir, vegleiðari og Óli Wolles, námsleiðari.

Mynd: Jóannes E. Næs Petersen