Diana lokið námsfrøðiliga útbúgving

Diana Skoradal leyk 19. apríl verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini. Diana er M.A í føroyskum og hevur longu undirvíst í føroyskum á Miðnámi á Kambsdali í nøkur ár.

Vit ynskja Dianu hjartaliga tillukku við próvnum.

Á myndini síggjast frá vinstru Ann Ellefsen frá Glasi, sum hevur verið uttanhýsismetari í føroyskum, Dorit Hansen, vegleiðari, Diana Skoradal í miðjuni við prógvi og blómutyssi í hond, Karl A. Olsen, vegleiðari og Páll isholm, námsleiðari.