Bjóða fronsku máltestirnar aftur í ár

,

Í apríl verður aftur høvi at taka tær víðagitnu DELF testirnar í fronskum máli á Miðnámi á Kambsdali.

Nú eru skjótt mong ár, síðani hetta virksemið byrjaði sum ein liður í at útvega næmingum almennu fronsku málprógvini, sum verða nýtt í fransktmæltum londum og økjum um allan heim – bæði í starvssetanum og sum upptøkukrøv á lærustovnum. Tað eru fransktlærarar skúlans, sum halda testirnar. Tær hava franska statsgóðkenda førleikaprógvið í DELF.

Høvi verður at royna seg á stigunum A1, A2 og B1, sokallað CEFR-stig, og øll, sum læra franskt ella hava lært franskt, kunnu melda seg til. Um ivi er um, hvat stig ein skal melda til, so ráðgeva Hallgerð Brim, Hanna Jensen og Annika A. Nielsen fegin.

Tilmelding fer fram við at skriva til hab@kambsdalur.fo ella hje@kambsdalur.fo  ella við at ringja á 250953 (Hallgerð) ella 211057 (Hanna).