Søk inn á Miðnám á Kambsdali !

Heimasíðan innskriving er nú opin og virkin, og tey, sum ætla at søkja inn á eina av útbúgvingunum á Miðnámi á Kambsdali, kunnu fara í holt við hetta.

Leinki og vegleiðing til “Innskriving” er her: Mentamálaráðið – Umsóknarblað til Miðnám og Yrkisnám (innskriving.fo)

Hugbreyt, náttúrubreyt, búskaparbreyt, serbeyt, fyrireikingarbreyt og FHS søkir tú gjøgnum: “Innskriving” áðrenn 15.mars.

NGK søkir tú gjøgnum áðrenn 1.mars. Les nærri um hvussu her: Upptøka (nordatlantisk.dk)

Skúlin hevur í løtuni ymisk kunningartiltøk og eins og serliga vegleiðing til upptøku, og øll eru vælkomin at venda sær til skúlan og lestrarvegleiðingina um ivamál og spurningar.

Vælkomin á Miðnám á Kambsdali!