Nýggjur filmur um Fab Lab á Kambsdali
Fab Lab stendur fyri Fabrication Laboratory, og farið varð í holt við at seta Fab Lab á Kambsdali á stovn í 2017.
Í 2018 vann Fab Lab á Kambsdali heiðurin sum Ársins Átak 2018 á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum.
Hetta er fyrsta góðkenda Fab Lab í Føroyum. Harvið vórðu Føroyar knýttar í eitt netverk, sum røkkur kring allar 24 tíðarsonurnar og út til fleiri enn 100 lond.
Í dag eru umleið 1900 Fab Lab verkstovur knýttar í netverkið.
Nýggi filmurin lýsir eitt sindur nærri, hvat Fab Lab er, og hvussu ymsir brúkarar nýta tað.
Opið er fyri almenninginum mánadag til mikudag frá kl. 8.00 til 16.00 og hósdag frá kl. 8.00 til 19.00
Kvøldskúli er hósdag frá kl. 19.00 til 21.00
Leiðari á Fab Lab er Jóannes Djurhuus.
Verið vælkomin á Fab Lab á Kambsdali!
Filmurin sæst her