Boban lokið námsfrøðiligu útbúgvingina

,

Mánadagin 21. mars var Boban Ilic, lærari í ítrótti, til endaliga próvtøku í verkliga partinum av námsfrøðiligu útbúgvingini. Boban, sum hevur master í ítróttarundirvísing, er ættaður úr Serbia. Hann hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali síðan 2013, tá hann eisini tók námsfrøðiliga innleiðsluskeiðið. Skúlaárið 2021-2022 slapp hann umsíðir framat at taka námsfrøðiligu útbúgvingina, sum allir lærarar í føstum starvi skulu taka, og í dag var so verkligi parturin liðugur. Ástøðiligi parturin endar við eini skrivligari próvtøku á Námsvísindadeildini móti sumri.

Innanhýsis vegleiðari í ítrótti hevur verið Turið Petursdóttir. Uttanhýsismetari hevur verið Eyðstein Simonsen. Námsleiðari var Joan Mohr.

Vit ynskja Boban hjartaliga til lukku við próvnum.

Á myndini sæst í miðjuni Boban Ilic við prógvi og blómutyssi, síðani Turið Petusdóttir høgrumegin og vinstrumegin stendur Eyðstein Simonsen, lærari á Glasi, sum var uttanhýsismetari í ítrótti. Uttast høgrumegin er Joan Mohr, námsleiðari á Kambsdali.