Ein er tíðin at dansa… 

Hesar seinastu dagarnar hava tey flestu varnast, at skúlaflokkar hava sligið ring, og vit hava hoyrt ymisk kvæðir runt á skúlanum. Fleiri lærarar hava hesar seinastu vikurnar arbeitt við føroyska kvæðaarvinum í tímunum – og kvæðini lærir man sjálvandi best við at dansa hesa ársins tíð. 

Neistin stavar frá ommu í Skopum 

Ein av eldsálunum millum næmingarnar á Kambsdali er 18-ára gamli Kristian Jacobsen úr Saltangará, sum gongur í N20x. Hann hevur í mong ár havt serligan áhuga fyri føroyskum dansi og kvæðum – og hevur tí eisini verið ein av eldsálunum millum næmingarnar í sambandi við føroyska dansin í ár. 

Áhugin hjá Kristiani byrjaði longu sum 3-ára-gamal, tá ið omma hansara í Skopun sá, at Kristian dugdi stev – og Kristian hevði longu sum smádrongur áhuga fyri skjaldrunum, sum omma Kristian sang fyri ommusoninum. Og hetta var bara ein forsmakkur. – Áhugin hjá Kristiani fyri føroyska dansinum vaks bara, sum árini gingu. 

Sambært Kristiani eru mong ung, sum ikki hava áhuga fyri føroyskum dansi; men hann veit samstundis at siga, at nøkur ung eru, sum hava ovurstóran áhuga fyri dansinum, tey duga at stuttleika sær og hava tað hugnaligt – og dansurin gongur altíð sera væl, tá ið tey hittast. 

Skrásetur kvæðaarv 

Við síðuna av skúlanum hevur Kristian eisini fingið eina serliga áhugaverda uppgávu fyri Fróðskaparsetrið. Hann er biðin um at skráseta ymiskar gamlar ljóðupptøkur – harímillum bæði skjaldur, vísur, sálmar, kvæðir og sangir. Elstu upptøkurnar eru frá 1902, og fleiri av fyrstu upptøkunum skróva sera illa, og ofta mangla brot á upptøkunum. So tað er trupult at hoyra, hvat ið kvøðið verður. Kristian hevur lært seg mong kvæðir uttanat, og hann dugir ikki bara kvæðir men eisini fleiri vísur, sálmar og skjaldur, og tí er tað sum oftast lætt hjá honum at staðfesta, um talan til dømis er um Leivskvæði heldur enn Óluvukvæði. Hann hevur higartil skrásett gamlar upptøkur av 75 kvæðum. 

Týdningarmikil uppgáva 

Spurdur um, hvat skúlar kunna gera fyri at menna dansiáhugan millum ung, vil Kristian vera við, at tað er gott og týdningarmikið at læra at viðgera søgurnar í kvæðunum; men tað hevur samstundis týdning at leggja dent á, hvussu dansurin kann brúkast praktiskt, hvat ið tað er at skipa eitt kvæði, hvussu man fær ein lívligan dans, og hvussu stuttligt tað er at duga nøkur kvæði, tá ið dansað verður til dømis til størri veitslur. Sambært unga kvæðaskiparanum kundi tað væl verið gjørt meira við føroyska dansin bæði í fólkaskúlanum og á miðnámi. – Og so heldur Kristian eisini, at tað hevur týdning at læra lærarar at brúka dansin í skúlahøpi. Tí tað eru ikki øll, sum eru von at kvøða. Av og á er Kristian biðin um at skipa til veitslur, og tá plagar hann at seta seg dagarnar frammanundan at repitera kvæðið. Til dømis hevur Kristian skipað “Stríðið á Húnalandi” til eitt tiltak í Leirvík. 

Dansurin var upprunaliga tað, sum sjóðaði fólk saman. Kristian sigur, at tað góða við at kvøða er, at tað skulu eingi serlig ljóðføri til, og ikki er brúk fyri nakrari dýrari høll. Og so leggur Kristian afturat, at tað er týðandi, at vit læra okkum at kvøða, tí tað eru bara vit, sum kenna kvæðini og kunnu duga at kvøða. Um vit ikki læra okkum at kvøða og læra okkum vísurnar og ymisku kvæðaløgini í ymsu bygdunum – løg sum í summum førum eru næstan útideyð – so er vandi fyri, at kvæðini hvørva – og so fáa vit tey ikki aftur sum ein livandi arv. So fer ongin føroyingur at kunna kvøða um 200 ár, minni Kristian okkum á. 

Næmingar og lærarar sláa ring 

Í seinastu viku – á Kyndilsmessu – kvóðu fleiri lærarar á skúlanum við næmingum sínum. Sum tað sæst á myndunum, kvóðu millum annað Bjarki Skaale og Jóannes Djurhuus, sum báðir í mong ár hava havt serligan áhuga fyri dansinum, Sankta Simeon saman við N20x og N20y. Og saman við H19b kvóðu Kristina Atnadóttir og rektarin, Hanna Jensen. Og fleiri flokkar arbeiða í løtuni við kvæðaskaldskapi í føroyskum. Sambært Honnu Jensen er ætlanin, at skúlin fer at gera uppaftur meira burturúr kvøðingini føstulávintsmánadag, sum í ár er 28. februar. 

Ein er tíðin at dansa… men tá ið føstan er byrjað, binda vit frið og gevast við dansinum á hesum sinni. Men Kristian, sum nú gongur í 2.g, er fúsur at taka táttin upp aftur saman við øðrum eldsálum komandi skúlaár. 

Samrøða við Kristian Jacobsen í N20x  trýst her