Kunningarkvøld á Miðnámi á Kambsdali 14. februar

Mánakvøldið 14/2 kl. 19.00 verður kunningartiltak um útbúgvingarnar á gymnasialum miðnámsstigi, sum skúlin bjóðar: búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, FHS og NGK.

Tiltakið er eitt høvi hjá komandi næmingum og foreldrum ella avvarðandi at koma inn at kunna seg nærri um teir spurningar, sum kunnu stinga seg upp, tá næmingar skulu velja m.a. breyt og vallærugreinir.

Á skránni er framløga um skúlalívið á Miðnámi á Kambsdali, um útbúgvingarnar og ymsar valmøguleikar. Og høvi verður at hyggja seg um á skúlanum. Lestrarvegleiðararnir eins og umboð fyri lærugreinir eru tøk til persónliga vegleiðing, og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

G.G! Kunning um serbreyt skúlans verður eitt sindur seinni, og tað tiltakið verður lýst her á heimasíðuni og í øðrum miðlum.