Pól Esper lokið námsfrøðiligu útbúgvingina

Mánadagin 14. februar var Pól Esper, lærari í støddfrøði og altjóða búskapi, til endaliga próvtøku í verkliga partinum av námsfrøðiligu útbúgvingini. Pól Esper hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali í fleiri ár; námsfrøðiliga innleiðsluskeiðið tók hann í 2012; ástøðiliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini tók hann í 2015, og skúlaárið 2021-2022 slapp hann umsíðir framat at taka verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini, sum allir lærarar í føstum starvi skulu taka. Og vegna drúgvar undirvísingarroyndir hevur Pól Esper lokið prógv í verkliga partinum av námsfrøðiligari útbúgving eftir leistinum um førleikameting.

Vegleiðarar hava verið Olgar Danielsen í støddfrøði og Hjalti Dalheim í altjóða búskapi.

Vit ynskja Pól Esperi hjartaliga til lukku við próvnum.

Á myndini sæst í miðjuni Pól Esper við blómutyssi, síðani Hjalti vinstrumegin hann og Olgar høgrumegin. Við síðuna av Olgari er Rúna Hilduberg, lærari á Glasi, sum var uttanhýsismetari í støddfrøði. Uttast høgrumegin er Óli Wolles, námsleiðari á Kambsdali, og uttast vinstrumegin er Óli Petersen, lærari á Glasi, sum var uttanhýsismetari í altjóða búskapi.