Stór skrivikapping

Elskar tú góðar søgur? Dámar tær at skriva? Og vilt tú vinna 6.000 krónur? So er at fara í gongd nú, tí nú skipar Miðnám á Kambsdali fyri skrivikapping millum allar næmingar á skúlanum. Freistin at lata inn er mikudagin 6. apríl klokkan 15, og vinnararnir verða útnevndir 11. mai.

Í ár skal teksturin vera ein stuttsøga, sum skal vera á leið 1.000 orð á føroyskum máli. Tá tú hevur skrivað søguna, skalt tú senda hana í einum wordskjali til skrivstovuna (teldupost: skrivstovan@kambsdalur.fo). Telduposturin skal verða merktur “stuttsøgukapping”.

Ein dómsnevnd við fimm fólkum velur vinnararnar, og kappingin er anonym. Tú skalt tí bara skriva tínar kontaktupplýsingar (navn, telefon, teldupost, bústað) í teldupostin, ikki í wordskjalið.  Navnið á skjalinum skal vera tað sama sum heitið á søguni.

Bara núverandi næmingar á Miðnámi á Kambsdali kunnu taka lut. Fyrsta virðisløn er 6.000 krónur, onnur virðisløn 4.000 krónur og triðja virðisløn 2.000 krónur. Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at meta, um virðislønir skula latast.

Vilt tú menna tína skriving og betra tínar møguleikar at vinna, so kanst tú eisini fara á skriviskeið hjá Trygva Danielsen, eisini kendur sum Silvurdrongur, sum m.a. hevur leikstjórnað og skrivað nýggja føroyska filmin 111 góðir dagar. Skeiðið verður á Miðnámi á Kambsdali tveir dagar, 9. mars og 23. mars, báðar dagarnar annan blokk, t.v.s. klokkan 9.55 til11.25.