Næmingar skriva breytaverkætlan

Fríggjadagin í hesi vikuni skal breytaverkætlanin latast inn. Hetta er stóra tvørfakliga uppgávan hjá næmingum á triðja ári. Tey hava sjálv valt evni og fak, og tey fáa tvær arbeiðsvikur til at skriva uppgávuna.

Tey flestu sita fyri seg sjálvi heima ella aðra staðni og skriva, men skúlin bjóðar eisini næmingum at brúka skúlan sum arbeiðspláss. Teir næmingar, sum ynskja tað, kunnu boða skrivstovuna frá, so fáa tey morgunmat millum 9 og 9.30, og so eru skúlastovur settar av til arbeiði restina av degnum.

Vit hava hitt nakrar næmingar, sum hava tikið av hesum tilboðnum í dag.

Í kantinuni sita Ronja, Durita og Fríða úr B19a saman við Sólveig, Torbjørg og Vár úr N19x. Tær fáa sær morgunmat og ætla síðan at seta seg í eina stovu saman at skriva.

– Hetta er eitt gott tilboð, tí so koma vit í gongd og freistast ikki at leggja okkum aftur í songina ella at gera okkurt annað við hús.

Tær siga eisini, at tær brúka sínar vegleiðarar, um tær ivast í uppgávuorðing ella tilfari. Ronja, B19a, skrivar um Brexit í søgu og enskum. Durita, B19b, skrivar um í føroyskum og samfelagsfrøði um integratión í føroyska samfelagnum. Sólveig úr N19x skrivar um sjálvmorð í Føroyum og tey avvarandi í fakunum føroyskt og sálafrøði. Fríða úr B19a skrivar um støddfrøði í gamla Grikkalandi í støddfrøði og søgu. Torbjørg, N19x skrivar um skapanina av alheiminum í religión og alisfrøði, og Vár úr N19x hevur valt at skriva í religión og føroyskum um evnið blóð og kvinnur.

Í einum lítlum skoti aftan fyri kantinuna sita Eyðbjørg og Eyð úr H19a. Tær hava eisini fingið sær morgunmat og sita nú og lesa inngangin upp fyri hvørjari aðrari.

– Hetta er fyrsti dagurin, eg eri á skúlanum. Hesa vikuna gevur tað meira meining, tí nú havi eg skrivað og so kunnu vit geva hvørjari aðrari kritikk av tí, sum vit hava skrivað, sigur Eyð, sum hevur sitið í Suðuroy og skriva í nakrar dagar.

Eyðbjørg skrivar um fosturtøku í føroyskum og heimsspeki, og Eyð skrivar um kvinnurættindi í Føroyum fyrr og nú í fakunum føroyskt og søga. Eyð lesur inngangin upp, og Eyðbjørg spyr, um hon kanska skuldi skift eitt orð út við eitt annað. Telefonin hjá Eyð ringir, og ein floksfelagi spyr, hvussu tað gongur.

– Kom bara á skúlan og skrivað. Ja, vit sita her og arbeiða. Super, vit síggjast.

Í einari skúlastovu uppi á brúnni sita nakrir dreingir úr B19d og skriva. Birgir skrivar í virkisbúskapi og altjóða búskapi um, hvussu korona hevur ávirkað ferðavinnuna. Hanus skrivar í somu fakum um fíggjarkreppuna í 2008. Magni skrivar í enskum og søgu um Winston Churchill og slagið um Stórabretland, og Bergur skrivar í søgu og sølubúskapi um, hvussu fótbóltur er vorðin ein handilsvinna.
– Tað er motiverandi at sita saman, tí mann merkir at hinir eru seriøsir og skriva, og so kann mann eisini spyrja, um tað er okkurt man ivast í.
– Ja, og tá mann hevur sitið og arbeitt frá átta til trý, so kann mann við góðari samvitsku halda frí restina av degnum.

Vit ynskja øllum næmingunum á triðja ári (og øðrum ári á fyrireikingarbreytini) góðan arbeiðs- og skrivihug!