Politiskur kjakfundur á Kambsdali
Í dag, á kyndilsmessu, skipaði næmingaráðið á Kambsdali fyri stórum politiskum kjakfundi. Endamálið við tiltakinum var at kunna næmingar um møguleikan at taka lut í politikki, at skapa áhuga fyri politiskum spurningum og at eggja til kjak.
Við pallborðið vóru umboð fyri politisku ungmannafeløgini, og áhoyrararnar vóru allir næmingarnir í Miðnámi á Kambsdali saman við lærarunum.
Tey politisku umboðini – øll mannlig – vóru: Rói Johannesen fyri Huxa, Pól Jóhannus Toftegaard Larsen fyri Sosialistiskt Ung, Heri Danielsen fyri Unga Sjálvstýrið, Rókur Herup Olsen fyri Unga Tjóveldið, Jógvan Woxnæs Olsen fyri Framsøkin Ung og Steffan Klein Poulsen fyri Ung fyri Miðflokkin.
Fundurin vardi í knappar tveir tímar, og politisku umboðini kjakaðust um m.a. loysing/samband, umhvørvi, løgfrøðiligt kynskifti og javnstøðu í løgtingi og landstýri. Umboðini søgdu sína meining, provokeraðu, vístu virðing og skemtaðu. Næmingarnir sótu stillir og lurtaðu, flentu við hvørt, og nøkur einstøk settu eisini spurningar.
Eftir pallborðskjakið kundu næmingarnir vitja básar hjá ungmannafeløgunum, har tey kundu práta við limir og fáa ymiskt lýsingartilfar.
Orðstýrari á fundinum var Jan Tórheðinsson, nevndarlimur í næmingaráðnum á Miðnámi.