Prógvhandan á Akademiútbúgvingini
Í vikuni, sum fór, var prógvhandan á Miðnámi á Kambsdali. Hesaferð vóru tað trý lesandi á leiðslubreytini á Akademutbúgving skúlans, sum nú vóru liðug.
Tey hava tikið eitt skeið, sum telur 10 ECTS, hvørja lestrarhálvu seinastu trý árini og kundu nú fegnast um úrslitið. Semja var um, at útbúgvingin hevur givið nógv góð amboð og nyttuligar førleikar til dagliga arbeiðið. Aðrar breytir, sum Miðnám á Kambsdali bjóðar út eru Búskapar – og tilfeingisbeytin og Sølu- og marknaðarførslubreytin.